Løggildir ergoterapeutar

Í Ergoblómuni arbeiða løggildir ergoterapeutar, sum hava hollar royndir, skeiðir og útbúgvingar innan barnaergoterapeutiska økið.

Ergoterapeutar hava sáttmála við Heilsutrygd (sí heilsutrygd.fo)

Læknaávísing:

  • Ein læknaávísing er galdandi fyri 12 klipp, og dekkar 50% av kostnaðinum. Restina gjalda foreldrini.

  • Tey børn, sum eru tilknýtt sjúkrahúsverkinum, kunnu fáa ávísing frá barnalækna. Í hesum føri er læknaávísingin galdandi 1-2 ár.

  • Er læknaávísingin ikki komin í lag við uppmøting til viðtalu ella viðgerð, gjalda foreldrini fulla upphædd fyri viðtalu/viðgerð, inntil læknaávísingin fyriliggur.

Foreldragjald:

  • Foreldragjaldið verður goldið eftir hvørja einstaka viðgerð í Ergoblómuni, ella eftir avtalu við einstaka ergoterapeut.

  • Í ávísum førum hava foreldrini rætt til at fáa stuðul frá Almannaverkinum til at gjalda foreldrapartin av kostnaðinum. Hetta er ikki galdandi fyri øll. Vit viðmæla at ein vendir sær til Almannaverkið fyri nærri kunning um hetta, áðrenn byrjað verður í Ergoblómuni.

Vit taka gjald fyri manglandi uppmøting og fyri avboð, sum eru komin sama dag, sum avtalan er.

Hvussu byrjar ergoterapeutiska viðgerðargongdin?

Áðrenn ein skal til ergoterapeutiska viðtalu ella skal byrja at ganga til ergoterapi, mæla vit til at ein vendir sær til egnan kommunulækna, fyri at fáa eina læknaávísing til ergoterapi.

Øll børn millum 0-18 ár hava rætt til at fáa læknaávísing til ergoterapi frá kommunulækna.

Læknaávísing dekkar helvtina av gjaldinum til ergoterapi, hina helvtina gjalda foreldrini sjálvi.

Soleiðis gert tú:

  1. Set teg í samband við egnan lækna fyri at fáa eina læknaávísing

  2. Set teg í samband við Ergoblómuna á tlf 583871, og vit avtala eina viðtalu.

  3. Tak læknaávísinga við til viðtaluna.

Gev gætur:

  • Ein læknaávísing er galdandi fyri 12 klipp, og dekkar 50% av kostnaðinum.

  • Tey børn, sum eru tilknýtt sjúkrahúsverkinum, kunnu fáa ávísing frá barnalækna. Í hesum føri er læknaávísingin galdandi í 1-2 ár.

  • Foreldragjaldið verður goldið eftir hvørja einstaka viðgerð í Ergoblómuni, ella eftir avtalu við einstaka ergoterapeut.

  • Í ávísum førum hava foreldrini rætt til at fáa stuðul frá Almannaverkinum til at gjalda foreldrapartin av kostnaðinum. Hetta er ikki galdandi fyri øll. Vit viðmæla at ein vendir sær til Almannaverkið fyri nærri kunning um hetta áðrenn byrjað verður í Ergoblómuni.

  • Er læknaávísingin ikki komin í lag við uppmøting til viðtalu ella viðgerð, gjalda foreldrini fulla upphædd fyri viðtalu/viðgerð, inntil læknaávísing fyriliggur.

  • Vit taka gjald fyri manglandi uppmøting og fyri avboð, sum koma sama dag, sum avtalan er.

  • Foreldur hava ábyrgd av at geva avboð, tá ergoterapi er á stovni ella skúla.

Ergoterapi er gott til børn, ið:

• hava trupult við at miðsavna seg og ringt við at sita í frið.

• hava trupult við at móttaka eini boð, sum eru til allan bólkin.

• hava trupult við at læra og/ella torført við at úttala.

• mennast seinri enn onnur.

• eru still, varin og afturhaldandi

• eru ”vill” og órólig.

• hava ringt við at sovna, ella sova óróligt.

• hava ringa balansu.

- Um hetta líkist tínum barni, kann talan vera um sansaintegratións trupulleikar, og kann hetta hjálpast við sansaintegratiónsvenjingum.

Børn mennast ymiskt – men ivast tú, um títt barn mennist sum tað skal, set teg í samband við okkum her.

Ymiskt, ið hevur verið sagt um viðgerðargongdir í Ergoblómuni:

“Eg veit ikki hvussu, men tað riggar”
“Alt bleiv betri: sjálvsálit, hugsavnanin, tann kropsligi førleikin, og trivnaðurin sum heild í gerandisdegnum”
“Tit eru gerandishetjur”