Ergoterapeutar hava útbúgving í at loysa aktivitetstrupulleikar í gerandisdegnum.
Aktivitetir í gerandisdegnum er alt tað vit gera hvønn dag, so sum:
Sjálvbjargni: At eta, drekka, lata okkum í/úr, og onnur persónlig umsorgan.
Virkisføri í gerandisdegnum: At fara í barnagarð/skúla/arbeiðis, at læra og luttaka í undirvísing, at halda skil á egnum tingum, at luttaka í aktivitetum og í tí umhvørvi sum er væntað av okkum, um tað er í barnagarð, skúla ella til arbeiðis.
Frítíð og sosialt samspæl: At ganga til frítíðarítriv, ítrótt, at spæla, at vera saman við vinfólki og familju og teimum aktivitetum sum har til hoyra.
Soleiðis hjálpir ergoterapeuturin tær at megna aktivitet og luttøku í gerandisdegnum:
At menna sansamotoriskar førleikar (venjing av munn-, fín- og grovmotorikki, venjing av sansum og nervalagi)
At tillaga aktivitet ella umhvørvi (tillaging av hvussu man útførir aktivitetin, hjálpiamboð/hjálpitól, tillaging av innrætting ella umhvørvi)
At venja aktivitetstrupulleikar ( at venja í gerandisaktivitetum, sosialt samspæl o.l.)
Vit í Ergoblómuni hava eisini útbúgving sum bio-psyko-sosialir barna stressvegleiðarir, og tí bjóða vit eisini undirvísing, ráðgeving og venjing í samband við børn sum hava eitt overva nervalag.
Afturat hesum hava vit skeiðir og hollar royndir innan hesi økini:
ADHD (Ein er útbúgvin ADHD-ráðgevi, Let´s Visualize)
Trupulleikar at eta og drekka (OPT, OMFT, Dysfagi o.a.)
Trupulleikar við sansum (Sensory profile, Sensory processing measure)
Trupulleikar við motorikki (Movement ABC, Aktiv primitiv refleksir o.a.)
Trupulleikar við regulering av nervalag (Ymisk skeiðir um n. Vagus, Kim Barthel, Pernille Thomsen (søhestemad) o.a.)