Saman kunnu vit skapa ein fólkaskúla, har øll børn kunnu trívast
Trivnaðurin hjá børnum í fólkaskúlanum er aftur á breddanum. Tað er ikki uttan orsøk. Sum ergoterapeutfelagið vísti á í lesarabrævinum 2.oktober 2023 er tørvurin á serflokkum og sertilboðum trífaldaður seinastu árini. Hetta sigur okkum, at vit mugu hugsa nýtt, breitt og fakligt, um vit vilja skapa ein fólkaskúla, har øll børn kunnu trívast og læra.
Samtíðis hava vit í Føroyum royndir, sum vísa, at smáar, væl skipaðar broytingar í skúladegnum, kunnu hava stóran týdning. Í Vágs skúla hava allir næmingar fingið tríggjar eyka rørsluløtur um vikuna í 10 vikur eftir FIT FIRST-leistinum. Úrslitini eru greið:
Næmingarnir hava tikið seg fram uml 30 % í úthaldni
Vøddamongdin øktist, og fitin minkaði
Tey gjørdust kvikari og orkað betur
Tey søgdu sjálvi, at tey kendu seg betur fyri kropsliga
Hetta er serliga áhugavert, tí í líknandi átøkum síggjast vanliga smáar ella ongar broytingar. Her riggaði tað — tí rørsluløturnar vóru væl skipaðar, inkluderandi og lagdar til rættis soleiðis, at øll børn vóru virkin samstundis, uttan at nakar varð tikin úr spælinum.
Tvørfakligheitin manglar – og her hava ergoterapeutar nógv at bjóða
Í kjakinum um trivnað verður ofta tosað um minni flokkar, co-teaching og lívsmeistran. Men her vilja vit sum barnaergoterapeutar einaferð enn minna á nakað grundleggjandi:
- Vit hava longu ein fakbólk í Føroyum, sum er útbúgvin til júst hetta — uttan at tørvur er á eftirútbúgving.
Ergoterapeutar arbeiða hvønn dag við:
sansaintegratión
rørslu og kropsligum fortreytum
eksekutivum førleikum
tillaging av umhvørvi
lívsmeistran og psykoedukatión
gerandisførleikum og luttøku
Vit arbeiða við samspælinum millum persón, umhvørvi og aktivitet — júst tað, sum ofta er undirliggjandi orsøk, tá eitt barn ikki trívist í skúlanum.
Eitt dømi úr veruleikanum
Ein næmingur megnar ikki at fylgja við. Hann er óróligur, hevur trupulleikar at sita, skriva og hugsavna seg.
Ein ergoterapeutur kann:
tillaga borð, stól, ljóð og ljós
arbeiða við sansaprofilinum hjá barninum
styrkja fínmotorikk, kroppsstyrki og hjálpa við kropsligari regulering
hjálpa við strategium bæði heima og í skúlanum
arbeiða við eksekutivu førleikunum
Hetta er kjarnan í ergoterapi — og hetta er júst tað, sum nøkur børn í fólkaskúlanum hava tørv á.
Vit mugu hugsa rørslu og trivnað sum eina heild
Rørsluløturnar í Vágs skúla vísa, at væl skipað rørsluvirksemi kann lyfta bæði trivnað og kropsligar førleikar hjá øllum næmingum. Samstundis vísa royndirnar hjá ergoterapeutum, at tvørfaklig hjálp kann gera stóran mun hjá teimum næmingum, sum hava størstan tørv.
Tí vilja vit heita á landsstýrismannin í Mentamálum um at:
lata tvørfakligheitina inn í fólkaskúlan
brúka tað fakliga tilfeingið, sum longu er her
tryggja, at trivnaður og rørsla verða ein natúrligur partur av skúladegnum.
Úti í heiminum hava ergoterapeutar starvast í fólkaskúlum í nógv ár.
Vit eru her — og vit eru klárar.
Carla Josenius Mikkelsen, Olga Skorastein, Anja Christensen, Marin Egholm Jacobsen, Merry Eyð Joensen, Birita Ellingsgaard
Postar Úti í Grøv
Rørslupostar Úti í Grøv
Hví er Ergoblóman við í Virkið Vár? Og hví gera vit postar ”Úti í Grøv”?
Tað stutta svarið er, at tað er tí at ein postarenning er líka sum ein skattakista full av skattum, har børn sleppa at venja motorikk, sansirnar, samstarv og at blíva sjálvstøðug -uttan at tey leggja til merkis, at tey venja 😊
Sansastimbran
Tá vit spæla ímillum trøðini ”Úti í Grøv” stimbrar tað allar sansirnar. Tí hjálpir ein postarenning barninum at sortera og brúka sansaárinini.
Tá vit ganga ”Úti í Grøv” er undirlagið ójavnt, vit trampa og hoppa. Á henda hátt stimbra vit propropceptiva sansin og balansusansin.
Tá vit eru úti kann tað vera sól, vindur og regn, vit nerta við tað vit finna í náttúruni, vit hoyra nógv ymisk ljóð, vit lukta bæði tað sum er gott og ringt. Á henda hátt stimbra vit húðsansin, hoyrisansin, og luktisansin.
Vit leita eftir postum og øðrum og hyggja rundan um okkum. Á henda hátt stimbra vit sjónsansin.
Fínmotorikk og eyga hond samstarvið
Tá vit finna postar og ting, klintra og nerta við, stimbrar tað fínmotorikkin og eyga/hond samstarvið
Grovmotorikkur
Ein postarenning stimbrar grovmotorikkin tí barnið rennur, hoppar, trampar og balanserar.
Barnið skiftir ímillum at renna og ganga og tí brúkar tað allan kroppin í náttúrligum rørslum.
Hetta stimbrar samskipanina av motorikkinum styrkir vøddarnar og barnið verður meira tilvitað um kroppin.
Útinnandi førleikar
Útinnandi førleikarnir vera stimbraðir av postarenning. Tí ein postarenning krevur:
-At vit skilja reglarnar.
-At vit kunnu leggja tilrættis.
-At vit klára at halda raðfylgjuna.
-At vit loysa uppgávur.
-At vit eru hugsavnaði eina løtu.
Alt hetta stimbrar arbeiðsminni, og lærir okkum at vera fleksibul.
Sosial evni og samstarv
Tá børn leita saman venja tey:
-At deila hugskot.
-At hjálpast at.
-At samskifta.
Sjálvsvirði og meistran
Hvørjaferð barnið finnur ein post er tað ein sigur:
“Eg fann postin!”
“Eg loysti uppgávuna!”
“Eg tordi!”
Vit uppbyggja eisini meistring – tá vit uppliva at “eg trúgvi uppá meg sjálvan”, er tað tann sterkasta drívmegin fyri at læra og fyri at vit mennast.
Vit spæla –
Sum ergoterapeutar vita vit at spælið er tað týdningarmiklasta sum børn gera.
Tí gevur ein postarenning meining, hon er motiverandi, styrkir barnið upp á so nógvar mátar.
Tí er ein postarenning ein frálíkur aktivitetur til børn.
Úti í Grøv
Úti í Grøv eru náttúrligar avbjóðingar, uttan at vit hugsa “venjing”.
Um vit vilja so er her er onki annað, sum kann forstýra okkum og børnini.
Vit kunnu taka túrin í okkara egnu ferð.
Her er pláss til at vit kunnu vera sum vit eru, vill, kreativ, kannandi, rópandi, sansandi osv.
Úti í Grøv er pláss til at børn (og vaksin) náttúrliga kunnu regulera seg sjálvi, finna ró, og brúka kroppin uppá ymiskan máta.
Onki er sum at eta úti. Úti í Grøv eru nógvir møguleikar at seta seg niður og tí ber til at taka matpakkan við.
Postarnir hanga uppi til og við leygardagin 2.mai
Næstuferð tit fara út í Grøv, kann vera at børnini minnast hvat tey gjørdu hvar, og kanska tey eru kreativ og finna uppá onkra nýggja rørslu, ella okkurt nýtt spæl.
Góða eydnu við at finna postarnar.
Gott virkið vár.
Stuðlar tú kroppinum, styrkir tú læringina
Hvussu situr tú?
Hevur tú hugsað um, at tá barnið er ófriðarligt, kann tað vera stólurin, sum ikki stuðlar tí rætt?
Vitsti tú av, at børn eiga at hava stól, sum stuðlar rygginum og stuðlar fótunum?
Vitsti tú av, at um barnið hevur ein stól, sum stuðlar rygginum og fótunum, so hevur barnið bestu fortreytir fyri at arbeiða?
Hví hevur sitistøða so stóran týdning?
Ein góð sitistøða er grundarlagið fyri, at barnið trívist, og at tað kann hugsavna seg og læra. Tá barnið situr væl, kann heilin arbeiða við tí, sum hevur týdning.
Postural kontrol: Tá kroppurin hevur stuðul, virka hendurnar, eyguni og heilin væl.
Tá barnið ikki situr væl, brúkar tað orku uppá at halda kroppinum í frið, og harvið hevur barnið ikki bestu fortreytir fyri at læra.
Uttan stuðul: Um barnið manglar stuðul til føturnar og stuðul til ryggin, noyðist barnið at brúka kjarnuvøddarnar til at halda javnvágini – hetta ger at fínrørslurnar og hugsavnanin kann blíva verri.
Arousal og orka
Ein góð sitistøða fremur andadráttin, barnið fær betri regulera seg, og hevur betri hugsavnan.
Um barnið ikki situr nóg væl, krevur hetta meira orku av kroppinum. Ofta hevur hetta við sær at barnið “dettur saman” í kroppinum.
Tá barnið “dettur saman,” hevur hetta við sær, at tað fær ein grynnri andadrátt og missur skjótari mótið.
Hvat mæla vit í Ergoblómuni til?
Ofta er tað stólurin – og ikki barnið – sum skapar órógv.
Alternativir møblar (bóltar, luftpútur, vippistólar) kunnu hjálpa nøkrum børnum. Hjá nógvum børnum skapar hetta meira órógv, tí kjarnuvøddarnir skulu arbeiða ov nógv.
Tí verður mælt til:
Stól við stuðul til føturnar og sum hevur stuðul til ryggin.
At alternativir møblar bert vera brúktir sum ískoyti og eftir serkønari meting (frá ergoterapeuti).
Taburettir og skamlar
Taburettir og skamlar mangla stuðul til ryggin, tí blíva vøddarnir troyttir.
Taburettir og skamlar hava ongan stuðul til føturnar, tí manglar barnið javnvág. Hetta ger, at barnið gerst meira órógvað.
Taburettir og skamlar hava ofta skeiva hædd. Tá vera akslar og nakki lyftir upp, og armarnir fáa ikki hvíld.
Taburettir og skamlar gera, at tað er meira vandi fyri at glíða ella detta niðurav.
Tí kunnu vit ikki brúka taburettir og skamlar, sum standard til øll børn.
Taburettir og skamlar kunnu nýtast til stuttar aktivitetir, men ikki til máltíðir, og tá barnið skal læra og hugsavna seg.
Tey yngstu børnini
Smábørn hava ikki fulla posturalan kontrol, og hava tí tørv á rygg-, mjadnastuðli og stuðul til føturnar.
Samstundis skulu tey kunna seta seg sjálvi í stólin.
Lágir stólar við góðum stuðli eru best hóskandi.
Tilmæli til stovnar og skúlar
Føturnir skulu røkka undirlagnum.
Mjadnar, knø og øklar uml. 90° vinkul.
Ryggstuðul, sum stuðlar lendunum.
Borð í albogahædd.
Stólar í ymiskum hæddum, og sum kunnu stillast inn.
Gevið børnum við motoriskum/sensoriskum avbjóðingum serligan gætur.
Fylgið við, so hvørt sum børnini vaksa.
Nær eiga tit at venda tykkum til Ergoblómuna?
Tá barnið altíð er ófriðarligt, ella dettur av stólinum.
Tá barnið hevur pínu í rygginum, nakkanum ella økslunum.
Tá barnið hevur motoriskar trupulleikar, lágan tonus ella er hypermobilt.
Tá barnið hevur trupulleikar við at eta.
Tá barnið hevur diagnosur ella læknaligar trupulleikar.
Tjekklisti
Røkka føturnir undirlagnum?
Sitir barnið við uml. 90° vinklum?
Er ryggstuðul, sum stuðlar lendunum?
Er borðið í rættari hædd?
Er órógvið hjá barninum tekin um manglandi stuðul av stólinum?
At fáa pulsin upp, og at hava tað stuttligt, er tað besta fyri okkum
Tað er so stuttligt og hugvekjandi at síggja «Dag og viku» í gjár har so nógv børn í Eysturskúlanum í Havn, Skúlanum á Fløtum, Lítlaskógi og á Eiði vóru úti og sletaðu. Vónandi eru tit øll úti hesar dagarar og hava tað stuttligt og fáa pulsin upp!
Tá vit fáa pulsin upp og hava tað stuttligt, framleiða vit vælveruneurotransmittarar, sum gera at vit blíva væl fyri, vit blíva glað og vælreguleraði, vælveruneurotransmittarnir gera eisini at vit trívast og læra betur.
Hetta er júst tað vit hava í miðdeplinum sum ergoterapeutar.
Sum ergoterapeutar vita vit, at børn hava tørv á at mennast innan tað sosiala, kognitiva, kensluliga og kropsliga
Menning í spæli
Sosial menning: Spæl gevur børnum møguleika at samskifta við onnur børn og vaksin. Hetta hjálpir teimum at menna sosialar førleikar t.d samstarv, samskifti og empati. Ígjøgnum spæl læra børn at deila, bíða og skilja kenslurnar hjá øðrum.
Kognitiv menning: Spæl stimbrar hugflogið og skapandi evni hjá børnum, hetta er týdnigarmikil evni at duga, tá vit t.d skulu loysa trupulleikar. Tá vit loysa trupulleikar krevur tað, at vit hugsa kritiskt og finna nýggjar loysnir. Hetta er júst tað sum spæl kann læra børn.
Kenslulig menning: Spæl er ein týdningarmikil partur av at børn trívast. Kanningar vísa, at tað er greiður samanhangur millum, hvussu nógv børn spæla, og hvussu tey hava tað. Jú meira børn spæla, hava tað stuttligt og fáa pulsin upp, jú betri verður teirra regulering og sjálvsvirði.
Fysisk menning: Við at børn spæla, menna tey motorikkin og styrkja kroppin. Tey læra um kroppin og hvat hann kann. Tá børn eru betur fyri kropsliga, orka tey betur at sita still og læra.
Ergoterapi og spæl
«Spæl er lykilin» sigur Helgi Winther Olsen í Dag og Viku, og hann sigur eisini at spæl er «berandi partur og tað hevur alt at siga». Spæl er ikki bara ein stuttligur aktivitetur fyri børn og vaksin. At spæla er ein grundleggjandi partur av menning og trivnaði. Tað er týdningarmikið at vit sum vaksin stuðla og fremja spæl í gerandisdegnum hjá børnum. Soleiðis tryggja vit menning og trivnað. Tað er tí vit spæla í Ergoblómuni. Ergoterapeutar hava servitan innan tað sosiala, kensluligta, kognitiva og kropsliga. Sum ergoterapetar kunnu vit hvønn dag og til hvønn aktivitet, tillaga aktivitetin og hjálpa innan hesi øki tá ið trivnaðurin ikki er nøktandi.
Hvat gera ergoterapeutar?
Ergoterapeutar arbeiða við tí, sum vit øll gera í gerandisdegnum – at lata seg í, eta, spæla, læra og hvíla seg. Tá gerandisdagurin er sum hann skal vera, so hevur barnið tað eisini gott. Og tá barnið hevur tað gott, er barnið í menning – ja, so trívist tað.
“Í Ergoblómuni hyggja vit altíð eftir tí einstaka barninum.”
Ergoterapi er ikki bara venjing. Tað er ein hjálp til at fáa gerandisdagin at hanga saman – við smáum broytingum, og við tí einstaka barninum í miðdeplinum.
Í Ergoblómuni hyggja vit altíð eftir tí einstaka barninum. Hvussu er kvalitieturin á rørslunum og mennist barnið í hesari rørsluni? Er barnið avbjóðað í gerandisdegnum? Og um hendan rørslan betrast- kann hendan rørslan betra um avbjóðingina sum barnið hevur í gerandisdegnum?
So ivast tú í um barnið mennist sum tað skal, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum í Ergoblómuni.
Samband: Á heimasíðuni undir samband, tlf. 583871 ella á carla@ergobloman.fo.
Sansastimbran & sjálvregulering
Sansastimbran og sjálvregulering – hví tað hevur týdning
Hevur tú nakrantíð sitið á skeið og rist við beininum? Ella klikkað við penninum, meðan tú hugsar? Kanska drukkið ov nógv kaffi á einum fundi? Og so farið ein túr at renna aftaná?
Alt hetta eru smáar gerðir, sum hjálpa kroppinum at regulera seg. Vit stimbra sansirnar, tí vit ótilvitað vita, hvat vit hava tørv á fyri at koma aftur í javnvág. Ígjøgnum dagin fáa vit óteljandi sansaupplýsingar frá umhvørvinum, og vit handfara tær á ymiskan hátt. Summi sansa ov nógv, onnur ov lítið – hóast vit uppliva tað sama.
Tá børn ikki megna at regulera seg sjálvi
Nøkur børn hava trupulleikar við at filtrera sansaávirkan. Tey hoyra alt: læraran sum skrivar á talvuna, ljóðið frá lampuni, barnið sum snýsir, fótaspor uttanfyri hurðina, og lastbilar á vegnum. Øll hesi ljóðini og sansaupplivingarnar savna seg saman ígjøgnum dagin, og barnið veit ikki, hvussu tað skal skilja ella handfara alt. Tá dagurin endar, er barnið yvirtikið av møði.
Tá dagurin endar, er barnið yvirtikið av møði
Tú kanst ímynda tær barnið sum eina cola-fløsku, sum verður rist hvørja ferð tað upplivir sansaávirkan. Tá proppurin verður tikin av, floymir alt út.
Hvat kann hjálpa?
Vit halda ofta, at barnið hevur tørv á einari pausu við rørslu. Tað kann hjálpa eitt sindur, men ofta er tað ikki nokk. Barnið kann hava tørv á djúpum trýsti – tað vil siga proprioceptiv stimbran – sum gevur kroppinum eina kenslu av tryggleika og javnvág. Hetta kann t.d. vera at trýsta lið saman, heldur enn bara at røra seg.
Tá barnið fær røttu stimbran, kann tað regulera seg, finna fokus og og fara aftur í flokkin.
Ein persónlig sansaætlan
Ein «ætlan til sansirnar» er eitt persónligt program, sum ein ergoterapeutur ger til júst títt barn. Hetta gevur barninum røttu stimbran, so tað kann halda fokus gjøgnum dagin. Ætlanin byggir á sansaprofilin hjá barninum – tí eingin ætlan passar til øll. Vit sansa ymist og hava ymiskar tørvir.
Í Ergoblómuni gera vit eina ætlan og finna røttu loysnirnar.
Tú kann eisini byrja heima við hesum:
Ger eina greiða dagsætlan og halt tykkum til hana.
Minka um tað, sum kann forstýra – t.d. ov nógv ljóð ella sjónlig órógv.
Skúlabyrjan
Hvussu kunnu vit sum foreldur, hjálpa børnum at fáa eina góða skúlabyrjan?
Summi børn gleða seg, summi eru spent. Onnur eru ótrygg við alt tað ókenda, nýggja.
Barnaheilin arbeiðir í hátrýst. Man følir adrenalinið koyra runt í kroppinum, kanska sum summarfuglar í búkinum.
Hvar skal jakkin hanga?
Hvar skal penalarhúsið vera?
Hvussu lati eg taskuna upp?
Hvat skal eg svara? Hvat um eg ikki dugi okkurt, hini duga?
Onkur koyrir fingurin upp, skal eg eisini koyra fingurin upp?
Ger tær ómak at vera rólig/ur.
Nervalagið hjá børnum er so smart innrættað, tað tillagar seg eftir nervalagnum hjá okkum vaksnu.
Tú kennir tað væl: Børnini merkja ein stemning, hóast vit ikki hava sagt nakað :)
Ger tann fyrsta skúladagin hugnaligan og fjálgan frá morgni av.
Hóast tit kanska ikki hava so góða tíð um morgunin, anda djúpt niður í búkin, fá tær fríska luft, og halt títt egna nervalag róligt.
Ikki krevja ov nógv.
Tað hendir ríkiliga nógv fyri nervalagnum hjá barninum ta fyrstu tíðina.
Nýtt stað, nýtt umhvørvi, nýggj fólk, nýggj vitan - ein heilt nýggjur gerandisdagur sum heilin skal venja seg við.
“Leyp ikki á” barnið við at spyrja tað í smálutir, hvat tað hevur lært, hvussu tað telur upp í 20, o.s.fr.
Lat tað at koma heim úr skúla fyrstu tíðina verða eitt friðskjól.
Legg ikki ov nógvar stórar ætlanir afturat vanliga gerandisdegnum (stórar føðingardagar, útferðir, biograftúrar, o.s.fr.)
Rúma frustratiónum.
Barnið, sum júst er byrjað í skúla, verður kanska lættari frustrerað yvir tað, sum vit halda eru smálutir.
Tá heilin arbeiðir hart frammanundan, er skjótari, at tað gerst ov nógv.
Ver eyka rúmlig/ur ta fyrstu tíðina, ber yvir við barninum, um tað fær ógvusligar reaktiónir.
Brúka títt egna róliga nervalag at sissa barnið. Tað kann verða, at tað hevur tørv á, at tú situr hjá tí, hóast tað ikki sigur tað.
Hav tað stuttligt og klemmast.
Eitt barn, sum trívist væl, lærir væl.
Saman við góðum relatiónum er stuttleiki og spæl eitt sera týdningarmikið amboð til at skapa trivnað.
Finn tær smáu “stjørnustundirnar” í gerandisdegnum.
Flennið. Klemmast. Hetta regulerar nervalagið, og skapar eitt gott grundarlag fyri at læra.
Eitt sindur um heilan, nervaskipanina og ergoterapi
Tað kann vera avbjóðandi at umseta hesi hugtøkini, so børn skilja tað. Tí brúka vit nøvn, ið eru til at skilja, og sum gera tað lætt at seta orð á.
Sum nevnt omanfyri ger sympatikus kroppin til reiðar at handla – hjartaslag og blóðtrýst hækka, og vit gerast meira uppá vakt. Parasympatikus ger tað mótsatta og fær okkum at slappa av, seinkar lívfrøðiliga virksemið og fær okkum at hvíla og setur gongd á sodningarskipanina.
Hesar skipanir verða ávirkaðar av djúpum heilastrukturum: amygdala, ið greinar og gevur kensluliga týdning til hóttanir ella strongd, og hippocampus, ið gevur samanhang gjøgnum minni og hjálpir at stýra reaktiónir uppá strongd.
Hesar skipanir binda kensluhandfaring saman við kroppin, og mynda hvussu vit reagera uppá ymiskar støður og koma fyri okkum aftur aftaná avbjóðingar.