Motorisk summar avbjóðing
(niðast á síðuni ber til at downloada eitt pdf skjal av okkara “motorisku summar avbjóðing”)
stutt løta – við stimbran
Ljósa summartíðin í Føroyum er heilt serlig. Tað er heilt víst altíð ein løta á hvørjum degi, har vit kunnu fara út og njóta náttúruna, røra okkum og sansa. Summarið gevur okkum møguleikan at lata kroppin fáa tað, hann hevur tørv á: at vera frí, røra okkum og fáa stimbran.
Vit í Ergoblómuni hava gjørt eina motoriska summar avbjóðing til tykkum.
Hon er stuttlig, einføld og góð fyri menningina hjá barninum.
Og hóast tað ber til at tjekka av, so er hetta ikki ein “to‑do listi”.
Hetta er eitt summar upplivilsi, sum styrkir sansirnar, gevur kropsfatan, sjálvsálit og gleði.
Gang á berum bibbum
Tá vit ganga á ymiskum undirlagi – grasi, mold, sandi, steinum – verða sansirnir stimbraðir. Føturnir eru fullir av nervum, og teir vakna til lívs, tá vit ganga berføtt. Hetta styrkir bæði javnvág og kropsfatan.
Blás sápublørður
At blása sápubløðrur krevur at vit stýra andadráttinum, og við at blása styrkja vit eisini munnmotorikkin. Og so er tað ómetaliga stuttligt at renna eftir teimum og fanga tær.
Henta eina bukett við summarblómum
Tá vit finna litir, lukt og skap, stimbra vit visuella sansin. Og við at henta blómurnar stimbra vit fínmotorikkin. Kanska tit kenna onkran sum verður glaður at fáa eina bukett?
Finn ein snigil við hornum – og nert varisliga við hornini
Tá børn steðga upp og hyggja eftir smáum djórum, venja tey seg at vera varin, tey venja fínmotorikkin og blíva tilvitaði um náttúruna. At nerta varisliga lærir tey at stýra kreftunum, at vísa umsorgan og fyrilit.
Lurta – kennir tú fuglin?
At lurta eftir fuglaljóðum styrkir fatanina av ljóð, bindindini og nærveru.
Ligg í grasinum og hygg eftir skíggjunum
At liggja still og hyggja upp í himmalin gevur ró, regulering og kann vera ein løta til hugflogið. Tað kann vera ein góð løta har vit anda djúpt og bara ERU TIL.
Spæl í ánni
Vatn gevur eina ríka sansauppliving: kalt, mjúkt, rennandi, djúpt, grunt. Tað stimbrar taktilsansin og javnvágina, - børn elska at spæla við vatn.
Klintra upp á ein stóran stein
At klintra er ein av bestu náttúrligu styrkivenjingunum. Tað styrkir samskipanina, styrkir kroppin og gevur sjálvsálit. Finn ein stein, sum hóskar til barnið.
Finn ein firvald
At fylgja einum firvaldi við eygunum er ein stuttlig venjing fyri eyguni.
Krita og lakka
At krita styrkir fínmotorikkin, eyga/hond‑samstarvið og kreativitetin. At lakka stimbrar grovmotorikkin, og um barnið ikki dugir at lakka enn, ber til at byrja við at hoppa.
Spæl vatnkríggj
Vatnkríggj krevur skjótar avgerðir, at vit flyta okkum skjótt, renna og flenna. Tað er bæði sosialt og motoriskt stimbrandi.
Rulla í grasinum
At rulla er ein fantastisk venjing fyri vestibulera sansin. Tað hjálpir børnunum at regulera kroppin, finna javnvág og tað er eisini stuttligt.
At vera úti og spæla
Tá børn eru úti og spæla, hendir nógv:
Sansirnir verða aktiveraðir
Kroppurin lærir at stýra kreftunum
Hugflog og skapandi evni mennast
Nervaskipanin regulerar seg
Summarið er besta tíð at læra, regulera og stimbra kroppin.
Vit í Ergoblómuni ynskja tykkum eitt gott summar
Lat børnini renna, rulla, lurta, sansa og undrast.
Tað er júst soleiðis, tey fáa ein sterkan kropp og styrkja sína sjálvsfatan.