Saman kunnu vit skapa ein fólkaskúla, har øll børn kunnu trívast

Trivnaðurin hjá børnum í fólkaskúlanum er aftur á breddanum. Tað er ikki uttan orsøk. Sum ergoterapeutfelagið vísti á í lesarabrævinum 2.oktober 2023 er tørvurin á serflokkum og sertilboðum trífaldaður seinastu árini. Hetta sigur okkum, at vit mugu hugsa nýtt, breitt og fakligt, um vit vilja skapa ein fólkaskúla, har øll børn kunnu trívast og læra.

Samtíðis hava vit í Føroyum royndir, sum vísa, at smáar, væl skipaðar broytingar í skúladegnum, kunnu hava stóran týdning. Í Vágs skúla hava allir næmingar fingið tríggjar eyka rørsluløtur um vikuna í 10 vikur eftir FIT FIRST-leistinum. Úrslitini eru greið:

  • Næmingarnir hava tikið seg fram uml 30 % í úthaldni

  • Vøddamongdin øktist, og fitin minkaði

  • Tey gjørdust kvikari og orkað betur

  • Tey søgdu sjálvi, at tey kendu seg betur fyri kropsliga

Hetta er serliga áhugavert, tí í líknandi átøkum síggjast vanliga smáar ella ongar broytingar. Her riggaði tað — tí rørsluløturnar vóru væl skipaðar, inkluderandi og lagdar til rættis soleiðis, at øll børn vóru virkin samstundis, uttan at nakar varð tikin úr spælinum.

 Tvørfakligheitin manglar – og her hava ergoterapeutar nógv at bjóða

Í kjakinum um trivnað verður ofta tosað um minni flokkar, co-teaching og lívsmeistran. Men her vilja vit sum barnaergoterapeutar einaferð enn minna á nakað grundleggjandi:

-        Vit hava longu ein fakbólk í Føroyum, sum er útbúgvin til júst hetta — uttan at tørvur er á eftirútbúgving.

Ergoterapeutar arbeiða hvønn dag við:

  • sansaintegratión

  • rørslu og kropsligum fortreytum

  • eksekutivum førleikum

  • tillaging av umhvørvi

  • lívsmeistran og psykoedukatión

  • gerandisførleikum og luttøku

Vit arbeiða við samspælinum millum persón, umhvørvi og aktivitet — júst tað, sum ofta er undirliggjandi orsøk, tá eitt barn ikki trívist í skúlanum.

Eitt dømi úr veruleikanum

Ein næmingur megnar ikki at fylgja við. Hann er óróligur, hevur trupulleikar at sita, skriva og hugsavna seg.

Ein ergoterapeutur kann:

  • tillaga borð, stól, ljóð og ljós

  • arbeiða við sansaprofilinum hjá barninum

  • styrkja fínmotorikk, kroppsstyrki og hjálpa við kropsligari regulering

  • hjálpa við strategium bæði heima og í skúlanum

  • arbeiða við eksekutivu førleikunum

Hetta er kjarnan í ergoterapi — og hetta er júst tað, sum nøkur børn í fólkaskúlanum hava tørv á.

Vit mugu hugsa rørslu og trivnað sum eina heild

Rørsluløturnar í Vágs skúla vísa, at væl skipað rørsluvirksemi kann lyfta bæði trivnað og kropsligar førleikar hjá øllum næmingum. Samstundis vísa royndirnar hjá ergoterapeutum, at tvørfaklig hjálp kann gera stóran mun hjá teimum næmingum, sum hava størstan tørv.

Tí vilja vit heita á landsstýrismannin í Mentamálum um at:

  • lata tvørfakligheitina inn í fólkaskúlan

  • brúka tað fakliga tilfeingið, sum longu er her

  • tryggja, at trivnaður og rørsla verða ein natúrligur partur av skúladegnum.

Úti í heiminum hava ergoterapeutar starvast í fólkaskúlum í nógv ár.
Vit eru her — og vit eru klárar.

Carla Josenius Mikkelsen, Olga Skorastein, Anja Christensen, Marin Egholm Jacobsen, Merry Eyð Joensen, Birita Ellingsgaard

Next
Next

Postar Úti í Grøv