Eitt tilboð til ung við ADHD
– at skilja seg sjálvan eitt sindur betur
Í hesum tilboðnum arbeiða vit við Let’s Visualize. Let’s Visualize er eitt visuelt tilfar, sum ger tað lættari at tosa um tað sum fyllir í gerandisdegnum. Við hesum tilfarinum fært tú nakrar strategiir til at nýta í gerandisdegnum.
Hvat snýr tilboðið seg um?
At fáa vitan um ADHD
At fáa vitan um hvussu, og hví ADHD ávirkar tín gerandisdag.
At finna hugskot sum kunnu gera tín gerandisdag lættari.
Hetta er ikki terapi og ikki ein kanning.
Vit finna útav saman, hvat gevur meining fyri teg.
Hvussu?
Vit hittast 1:1, brúka visuella amboðið Let’s Visualize, og arbeiða í tínum tempo. Tú avgerð hvat er týdningarmikið at tosa um, og hvat tú vilt fáa burturúr tilboðnum.
Vit hittast 6-9 ferðir, alt eftir hvussu nógv tú ynskir at práta um. Vit brúka á leið 1-1½ tíma hvørjaferð við pausum.
Umframt hetta hava vit eina byrjanar samrøðu. Vit enda eisini við einari samrøðu, fyri at taka samanum.
Foreldur eru vælkomin við, soleiðis at tey hoyra hvat vit tosa um, og kunnu tí fylgja upp, tá vit eru komin ígjøgnum tilfarið.
Let’s Visualize
Hvør kann taka lut?
Tilboðið er til ung sum hava ADHD, sum ynskja sjálvsinnlit og hugskot til strategiir til gerandisdagin. Neyðugt er, at tann ungi sjálvi eru motiveraði fyri at luttaka.
Kostnaður
Øll børn og ung millum 0-18 ár hava rætt til at fáa læknaávísing til ergoterapi frá kommunulækna.
Læknaávísingin dekkar helvtina av gjaldinum til ergoterapi, hina helvtina gjalda foreldrini sjálvi. Ein læknaávísing er galdandi fyri 12 klipp.
Í ávísum førum ber til at søka um stuðul frá Almannaverkinum.
Vit viðmæla at ein vendir sær til Almannaverkið fyri nærri kunning um hetta áðrenn byrjað verður.
Ynskir tú at hoyra meira?
Tú er vælkomin at seta teg í samband við Olgu
tlf 59 20 41
ella skriva til
ergoterapi @ outlook.com.