Vit eru Ergoblóman
Carla Josenius Mikkelsen
Anja Christensen
Olga Skorastein
Marin Egholm Jacobsen
Merry Eyð Joensen
Birita Ellingsgaard
Carla Josenius Mikkelsen
Eg eri 40 ár og búgvi í Syðrugøtu.
Eg eri gift og eigi 3 synir.
Bleiv útbúgvin ergoterapeut í 2012.
Havi arbeitt við endurvenjing av vaksnum og barnaergoterapi.
Stovnari og eigari av Ergoblómuni (stovnað í 2020).
Havi tikið eina rúgvu av skeiðum gjøgnum árini, kann t.d. nevna:
Bio-psyko-sosialur barnastressvegleiðari
Motorik og sansaintegratión
Primitiv refleksir
Orofasialir trupulleikar og stramt tunguband
Oral Placement Therapy (OPT)
Dysfagi og ansigt, munn og svølg
Polyvagala teoriin
Stimulastik
Eg elski at vera kreativ, syngja og at hava tað stuttligtHjartamál: At øll børn trívast og mennast í gerandisdegnum - ígjøgnum rørslu, spæl, stuttleika og góðum sambandi
Hjartamál: At kunna um hvat barnaergoterapi er og hvørja effekt tað kann hava á trivnaðin hjá børnum (og barnabólkum), sum hava tað trupult í gerandisdegnum heima, í dagstovnum og skúlum.
Hjartamál: At fáa ergoterapeutar inn á dagstovna- og skúlaøkið
Anja Christensen
Eg eiti Anja og eri úr Fuglafirði.
Bleiv liðug útbúgvin ergoterapeutur í 2017.
Byrjaði í Ergoblómuni í septembur.
Havi arbeiðsroyndir innan eldraøkið, rehabilitering og eri nú á barnaøkinum.
Tá eg fór at lesa var ætlanin at arbeiða innan barnaøkið. Tó gjørdist mítt fyrsta arbeiða á eini sereind fyri huntingtons chorea í Keypmannahavn. Síðan eg flutti aftur til Føroyar havi eg starvast í Roðanum, har eg framhaldandi eri nakrar tímar.
Eg havi skeiðir og praktiska vitan innan:
Stimulastik
Kognitiva terapi
Sansustimbran
Dysfagi
Við síðurnar av arbeiðnum fyllir parasportur nógv, har eg sjálv eri aktiv og arbeiði fyri at fleiri skulu røra seg.
Marin Egholm Jacobsen
Eg eiti Marin og eri úr Klaksvík
Eri gift og eigi 2 synir
Bleiv liðug útbúgvin í 2021
Havi arbeiðsroyndir innan barnaøkið og Sjúkrahúsverkinum.
Í august 2021 byrjaði eg hálva tíð í Ergoblómuni, har eg síðani apríl 2023 havi arbeitt fulla tíð.
Eg havi tikið skeið innan:
Polyvagalu teori
Børn, stress og søhestemad
Styrkivenjing fyri børn og ung
Primitiv refleksir
Sanseintegratión
Barnastressvegleiðari
Mær dámar væl at verða kreativ og haldi at tað er so stuttligt tá hugflogið hjá børnum fer á flog og vit finna uppá okkurt nýtt, ið vit ikki hava roynt áður
Merry Eyð Joensen
Eg eiti Merry Eyð og eri úr Hoyvík.
Eg flutti til Klaksvíkar í 2020
Eri gift og eigi eina dóttir
Bleiv útbúgvin ergoterapeut í 2020
Havi arbeiðisroyndir innan barnaøkið og eldraøkið
Havi starvast í Ergoblómuni í umleið. 3 ár.
Havi tikið skeið innan:
Polyvagalu teori
OPT "Oral Placement Therapy"
Stimulastik
Sanseintegratión
Andlit, munn, svølg og andadrátt
Barnastressvegleiðari
Eg eri ein barnasál sum elski borðspøl, bóltspøl og rørsluspøl.
Olga Skorastein
Eg eiti Olga Skorastein.
Eg bleiv útbúgvin sum ergoterapeutur í 2002.
Størsta partin av mínum arbeiðslívi havi eg starvast innan barnaøkið. Eg havi starvast sum privat virkandi ergoterapeutur síðani 2005. Beint nú eri eg parttíðarstarvandi í Ergoblómuni.
Tað er innan barnaøkið at eg havi tikið skeið og ment meg sum ergoterapeut.
Skeið sum eg havi, eru um
Motorikk
Sansir
Nervalagið
Dysfagi
Munnmotorikk
Stramt tunguband
Primitiv refleks
Eg eri eisini:
Stimulastik intruktør
Bio-psyko-sosialur barnastressvegleiðari
Vegleiðari í ADHD .
Eg havi nógv skeið innan munntrupulleikar, har hugsað verður um, at barnið skal fáa betri førleikar í munninum, andliti og hálsi. Um hesir smáu vøddarnir ikki arbeiða, sum teir skulu, kann tað ávirka taluna, at eta og svølgja, svøvn og andadrátt. Tað kann geva kropsligt órógv og trupulleikar við at savna seg.
Øll børn hava rætt til at trívast – og tað er mítt hjartamál. Tí mugu vit gera alt vit kunnu fyri at stuðla trivnaðinum – bæði heima og har sum barnið ferðast í gerandisdegnum.
Birita Ellingsgaard
Eg eiti Birita Ellingsgaard.
Eg eri 31 ára gomul, og eri úr Klaksvík. Eg eri gift og saman eiga vit tvey fitt børn.
Eg varð útbúgvin sum ergoterapeut í 2023.
Eg havi tikið skeið innan:
orofasialar trupuleikar/avbjóðingar
babytummel.
Mítt ynski er at stimbra tað einstaka barnið.
Eg haldi, at øll børn hava rætt til at mennast, trívast og eydnast ígjøgnum rørslu, stuttleika, spæl og nærleika.
Eg eri rólig og mild, og so gangi eg høgt upp í hvønn einstakum brúkara í mínum arbeiði.
Eg gleði meg til at verða ein partur av ergoblómuni, har hvør dagur gevur meining og gleði.