Vit spæla…

Tað kann vera sera stuttligt og hugnaligt at sita og spæla borðspøl sum familja.

At sita við borðið og spæla kort er stuttligt og hugnaligt og kanska eisini spennandi tí onkur vinnur. Men “at spæla” ger ikki spælið til ergoterapi, tí um tað var so einfalt so kundi hvør hugnaløta í familjuni, har vit spæla UNO ella LUDO verið ergoterapi. Men tað er ikki so einfalt, tí tað er ikki sjálvt spælið sum ger tað til ergoterapi.

Tað sum ger spælið til ergoterapi er at eg sum ergoterapeutur greini aktivitetin hjá barninum.  Tá eg greini aktivitetin hyggi eg eftir hvussu barnið hugsavnar seg, viðgerð upplýsingar sum tað fær, minnist reglar, raðfylgju í handlingini, hvussu barnið brúkar kroppin, hyggur eftir umhvørvinum og klárar uppgávurnar, hvussu barnið situr, rennur ella stendur. Alt hetta gevur mær innlit í hvussu barnið klárar seg kognitivt, fín- og grovmotorist, visuelt, og hvussu teir eksekutivu førleikarnir samstarva hjá barninum. Alt hetta brúki eg mínar ergoterapeutisku førleikar til.

Tá vit t.d spæla UNO í Ergoblómuni er hetta ikki neyðturviligt ergoterapi, men tað sum ger tað til ergoterapi er hví vit spæla akkurát UNO, og hvussu vit tilpassa hendan aktivitetin til júst hetta barnið, soleiðis at barnið megnar at spæla kortspælið. Eg hyggi eftir um reglarnir skulu tillagast til barnið. Eg hyggi eftir um fínmotorikkurin skal tillagast, skulu vit hava færri ella fleiri kort, skal eg vegleiða meira og mangt mangt annað.

Ella tá vit gera ein bana, sum barnið skal ígjøgnum. Tá er tað ikki neyðturviligt ergoterapi, men tá eg greini aktivitetin, og harvið flætti tað inn í banan sum júst hetta barnið hevur brúkt fyri, fyri at mennast, ger tað banan til ergoterapi.

“Spæl er tað stuttligasta sum er til og tí er tað har vit fanga børnini.
Tí er tað so neyðugt at spæla, so barnið hevur tað stuttligt, og harvið fær motivation og soleiðis kann hugsavna seg.”

Tá vit spæla í Ergoblómuni er tað ikki bara hugni, tað er ein málrættað venjing.


Í Ergoblómuni hyggja vit altíð eftir tí einstaka barninum.

Ergoterapi er ikki bara spæl og venjing. Tað er ein hjálp til at fáa gerandisdagin at hanga saman – við smáum broytingum, og við tí einstaka barninum í miðdeplinum.

Í Ergoblómuni hyggja vit altíð eftir tí einstaka barninum. Hvussu er kvalitieturin á rørslunum og mennist barnið í hesari rørsluni? Er barnið avbjóðað í gerandisdegnum? Og um hendan rørslan blívur betur, kann hendan rørslan betra um avbjóðingina sum barnið hevur í gerandisdegnum?

Ivast tú í um barnið mennist sum tað skal, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum í Ergoblómuni.

Samband: Á heimasíðuni undir samband, tlf. 583871 ella á carla@ergobloman.fo.

Previous
Previous

At taka tær av tínum barnið, byrjar við, at tú tekur tær av tær sjálvum fyrst

Next
Next

Motorisk summar avbjóðing