At taka tær av tínum barnið, byrjar við, at tú tekur tær av tær sjálvum fyrst

Flogternan sigur:”latið tygum í egna masku, áðrenn tygum hjálpa øðrum”. Hetta er ein sterk mynd av eginumsorgan. Í flúgvarinum mugu vit kunna anda sjálvi, áðrenn vit hjálpa øðrum.

Eginumsorgan er týdningarmikið fyri øll – bæði tey sum eru sjúk, tey sum eru frísk, og foreldur sum hava børn við ymiskum tørvi. Tað er ofta lættari at taka sær av øðrum enn av sær sjálvum, men eginumsorgan merkir, at vit geva okkum sjálvum somu umsorgan, sum vit geva øðrum.

Eginumsorgan er, tá vit taka okkum av okkara egnu heilsu og trivnaði – fysiskt, sálarliga og sosialt. Tað snýr seg um tilvitaðar avgerðir, sum styrkja okkara vælveru, minka um strongd og hjálpa kroppinum og sinninum at virka best møguligt. Tað er bæði lápraktiskar gerðir og persónlig val, sum geva okkum betri javnvág og mótstøðuføri í gerandisdegnum.

Eginumsorgan umfatar:

  • Fysiskan tørv: svøvn, føði, rørslu

  • Sálarligan tørv: pausu, seta mørk, minka um strongd

  • Sosialan tørv: relatiónir, stuðul og felagsskap

Eginumsorgan er ikki egoisma – tað er ein neyðug fortreyt fyri at kunna vera til staðar fyri onnur á ein haldgóðan hátt.

Hvat ger tú fyri teg sjálvan soleiðis at tú hevur orku at taka tær av tínum barnið?

Next
Next

Vit spæla…