27.oktober er altjóða ergoterapidagur.
Í ár varpa ergoterapeutar um allan heim ljós á luttøku í gerandisdegnum.
Men hvat merkir luttøka í gerandisdegnum, tá vit tosa um børn? Børn hava somu rættindi sum vaksin, at vera virkin, at taka lut, at klára dagligar uppgávur og at trívast á jøvnum føti við javnaldrarnar.
Hvat hevur luttøka við barnaergoterapi at gera?
Luttøka í gerandisdegnum er grundarlagið undir øllum vit gera. Tá vit eru før fyri at taka lut trívast vit og eru glað. Á henda hátt kunnu vit læra, mennast, spæla og stimbra sosial sambond.
Tá luttøkan hjá barninum verður skerd, sæst tað ofta í gerandisdegnum – og tað er júst har vit arbeiða sum ergoterapeutar.
Dømi um børn, har luttøkan er skerd
barnið, sum ikki heldur rætt í blýantinum og tí stríðist í skúlanum
barnið, sum hevur torført við at eta
barnið, sum hevur ilt í búkinum og ikki vil í barnagarð ella skúla
barnið, sum er motoriskt skert
barnið, sum er altíð í gongd og hevur trupult við at hugsavna seg
barnið, sum verjur seg fyri ljóði og heldur fyri oyruni
barnið, sum ikki dámar muss og klemm
og øll hini børnini, sum á ein ella annan hátt hava trupult við at taka lut á jøvnum føti við javnaldrarnar. Tey børnini har vit hugsa: “nú er tú so stór at nú eigur tú at duga og klára hetta.”
Alt hetta ávirkar luttøkuna – og tí eisini trivnaðin og menningina hjá barninum.
Hvat gera vit sum ergoterapeutar?
Vit sum ergoterapeutar arbeiða við at:
royna at skilja barnið, hvar er júst hetta barnið í sínari menning?
styrkja fín- og grovmotorikk
menna og stimbra sansaskipanina
betra munnmotorikk og førleikarnar at eta
stuðla og stimbra regulering
hjálpa við at skapa rammur, sum gera gerandisdagin lættari
Endamálið er altíð tað sama: At barnið trívist og fær betri førleikar í sínum gerandisdegi.