Gerandisdagurin er lykilin

Tá ið vit tosa um mistrivnað, hugsa vit ofta um kenslur, tankar og sálarheilsu. Men tá børn ikki trívast hava tey ofta ringt við at seta orð á. Ístaðin vísa børn at tey ikki trívast við ymiskum likamligum teknum.

Tað vit síggja kann vera tað barnið, sum altíð manglar orku. Barnið sum hevur ilt í búkinum ella í høvdinum. Barnið, sum ikki megnar at sita í frið. Barnið, sum verður ovbyrjað av ljóðum, krøvum ella broytingum. Ella barnið, sum tekur seg úr felagsskapinum.

Hetta eru ofta tekin um, at okkurt er, sum er ov torført hjá barninum.

Vit spyrja ofta: Hvat er galið við barninum? Og hvussu kunnu vit venja barnið at megna meira? Við hesum spurningum hyggja vit bara eftir barninum. Sum ergoterapeutar vita vit, at um barnið skal trívast og vera í menning kunnu vit ikki bara hyggja eftir barninum. Vit eiga at hygga eftir barninum OG tí sum er rundan um barnið: umhvørvið og aktivitetinum sum barnið ger. Tá alt hetta javnvigar hevur barnið lættari við at trívast, læra og taka lut.

Fyri at fáa javnvág í kunnu vit ístaðin seta spurningar sum:

Hvussu nógv og hvørji sansaárin fær barnið? Hvussu nógv krøv eru til júst hetta barnið? Eru nóg mikið av pausum til júst hetta barnið? Hvat innihalda pausurnar? Kennir barnið seg sum part av einum felagsskapi? Merkir barnið at tað eydnast? Osv.

Vit vita av royndum, at tillagingar í umhvørvinum, aktivitetunum og krøvunum rundan um barnið ofta kunnu gera stóran mun fyri trivnað, luttøku og kensluna av at eydnast.

Sum ergoterapeutur trúgvi eg tí upp á at leita eftir loysnum í tí, sum barnið møtir hvønn dag. Hetta er eisini ein grundleggjandi fatan innan ergoterapi, har vit ikki fyrst og fremst royna at broyta barnið, men heldur skapa betri fortreytir fyri luttøku og trivnaði.

Á heimasíðuni hjá tí danska ergoterapifelagnum síggja vit at hendan hugsanin sæst aftur á politiskum stigi. Tí í Danmark er ein nýggj politisk avtala gjørd um at játta pengar til nýggj átøk fyri børn og ung sum eru í mistrivnaði. Í hesari avtaluni verður ergoterapi hugsað inn sum ein partur av loysnini, sum kann hjálpa børnum til trivnað.

Hetta er ein áminning um, at trivnaður ikki bara snýr seg um sjálvt barnið, men eisini um umstøðurnar, sum barnið er í. Tá vit skilja samanhangin millum barnið, aktivitetin og umhvørvið, fáa vit betri fortreytir at skapa trivnað.

/O

Next
Next

Altjóða ergoterapi dagur