Hvat gera ergoterapeutar?

Ergoterapeutar arbeiða við tí, sum vit øll gera í gerandisdegnum – at lata seg í, eta, spæla, læra og hvíla seg. Tá gerandisdagurin er sum hann skal vera, so hevur barnið tað eisini gott. Og tá barnið hevur tað gott, er barnið í menning – ja, so trívist tað.

“Í Ergoblómuni hyggja vit altíð eftir tí einstaka barninum.”

Ergoterapi er ikki bara venjing. Tað er ein hjálp til at fáa gerandisdagin at hanga saman – við smáum broytingum, og við tí einstaka barninum í miðdeplinum.

Í Ergoblómuni hyggja vit altíð eftir tí einstaka barninum. Hvussu er kvalitieturin á rørslunum og mennist barnið í hesari rørsluni? Er barnið avbjóðað í gerandisdegnum? Og um hendan rørslan betrast-  kann hendan rørslan betra um avbjóðingina sum barnið hevur í gerandisdegnum?

 So ivast tú í um barnið mennist sum tað skal, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum í Ergoblómuni.

Samband: Á heimasíðuni undir samband, tlf. 583871 ella á carla@ergobloman.fo.

Next
Next

Sansastimbran & sjálvregulering