At fáa pulsin upp, og at hava tað stuttligt, er tað besta fyri okkum
Tað er so stuttligt og hugvekjandi at síggja «Dag og viku» í gjár har so nógv børn í Eysturskúlanum í Havn, Skúlanum á Fløtum, Lítlaskógi og á Eiði vóru úti og sletaðu. Vónandi eru tit øll úti hesar dagarar og hava tað stuttligt og fáa pulsin upp!
Tá vit fáa pulsin upp og hava tað stuttligt, framleiða vit vælveruneurotransmittarar, sum gera at vit blíva væl fyri, vit blíva glað og vælreguleraði, vælveruneurotransmittarnir gera eisini at vit trívast og læra betur.
Hetta er júst tað vit hava í miðdeplinum sum ergoterapeutar.
Sum ergoterapeutar vita vit, at børn hava tørv á at mennast innan tað sosiala, kognitiva, kensluliga og kropsliga
Menning í spæli
Sosial menning: Spæl gevur børnum møguleika at samskifta við onnur børn og vaksin. Hetta hjálpir teimum at menna sosialar førleikar t.d samstarv, samskifti og empati. Ígjøgnum spæl læra børn at deila, bíða og skilja kenslurnar hjá øðrum.
Kognitiv menning: Spæl stimbrar hugflogið og skapandi evni hjá børnum, hetta er týdnigarmikil evni at duga, tá vit t.d skulu loysa trupulleikar. Tá vit loysa trupulleikar krevur tað, at vit hugsa kritiskt og finna nýggjar loysnir. Hetta er júst tað sum spæl kann læra børn.
Kenslulig menning: Spæl er ein týdningarmikil partur av at børn trívast. Kanningar vísa, at tað er greiður samanhangur millum, hvussu nógv børn spæla, og hvussu tey hava tað. Jú meira børn spæla, hava tað stuttligt og fáa pulsin upp, jú betri verður teirra regulering og sjálvsvirði.
Fysisk menning: Við at børn spæla, menna tey motorikkin og styrkja kroppin. Tey læra um kroppin og hvat hann kann. Tá børn eru betur fyri kropsliga, orka tey betur at sita still og læra.
Ergoterapi og spæl
«Spæl er lykilin» sigur Helgi Winther Olsen í Dag og Viku, og hann sigur eisini at spæl er «berandi partur og tað hevur alt at siga». Spæl er ikki bara ein stuttligur aktivitetur fyri børn og vaksin. At spæla er ein grundleggjandi partur av menning og trivnaði. Tað er týdningarmikið at vit sum vaksin stuðla og fremja spæl í gerandisdegnum hjá børnum. Soleiðis tryggja vit menning og trivnað. Tað er tí vit spæla í Ergoblómuni. Ergoterapeutar hava servitan innan tað sosiala, kensluligta, kognitiva og kropsliga. Sum ergoterapetar kunnu vit hvønn dag og til hvønn aktivitet, tillaga aktivitetin og hjálpa innan hesi øki tá ið trivnaðurin ikki er nøktandi.